At savna ull krevur peningaligan stuðul

At savna ull krevur peningaligan stuðul
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu
 
25.11.2014 - 11:27

Størstu avbjóðingarnar at savna ull eru, at marknaðarprísurin er so lágur, at áhugin fyri at lata ull er avmarkaður. Skal ull verða savnað, skyld og pakkað í Føroyum, er neyðugt við onkrum slagi av stuðli, tí peningaliga ber tað seg ikki.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um málið.

Høvuðsorsøkin til, at so nógv ull kom til høldar í fjør, var, at ALS við stuðli úr Búnaðargrunninum fór undir eina royndarverkætlan. ALS læt fimm krónur fyri kilo av ull, ella tilsamans 200.000 kr. Inn komu 48 tons av ull, og umleið 43 tons vórðu pakkað til avskipingar. Ullin fór til Onglands at verða vaskað, og síðani fór hon á uppboðssølu. 

Sum skilst keypti Sirri meginpartin av ullini, sum síðani varð spunnin á virkinum í Litava.

Aftur í ár søkti ALS um stuðul úr Búnaðargrunninum, men umsóknin varð ikki gingin á møti. 

Skilagóð loysn

Johan Dahl sigur, at ullaverkætlanin kravdi nógva tíð og orku hjá ALS, og ivasamt er, um ALS tekur stig til ein slíka verkætlan aftur, um ikki peningaligur stuðul fæst. Hann sigur, at samstarvið, sum var í fjør, var ein skilagóð loysn, og tað er harmiligt, at tað datt niðurfyri í ár.

ALS hevur mett, at ein partur av útgerðini kann endurnýtast, og skal verkætlanin fremjast næsta ár, verða útreiðslurnar millum 100.000 og 140.000 kr., ella helvtin av útreiðslunum í fjør.

Johan Dahl sigur, at møguleikar eru at fáa stuðul til vinnuligar verkætlanir og íverksetan frá Vinnuframa. Men Vinnuframi hevur ikki heimild at lata stuðul til savna ull, uttan so at hetta virksemi er partur av nýskapandi og vinnuligari verkætlan. 

Harafturat hava føroyingar møguleika at søkja um stuðul til verkætlanir gjøgnum norðurlendskar grunnar og Horizon, sum er ES-samstarvið um gransking og menning. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221