Heildarkvotan av makreli ásetast

Heildarkvotan av makreli ásetast
Í dag fara ES, Noreg og Føroyar at royna at áseta heildarkvotuna av makreli í 2015. Fundurin er í Bergen. Ísland er ikki boðið við á fundin
Í dag fara ES, Noreg og Føroyar at royna at áseta heildarkvotuna av makreli í 2015
 
18.11.2014 - 08:09

<p>Ísland er ikki við í semjuni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu um makrelin á grækarismessu í ár. Grønland er heldur ikki við á fundinum í Bergen. Grønland er ikki viðurkent sum strandarland.</p>

<p>Sambært semjuni hjá ES, Noreg og Føroyum er býtið millum londini ásett fyri fimm ár. Men semja er ikki um, hvussu stór heildarkvota skal býtast í 2015. Semjan millum ES, Noreg og Føroyar sigur, at Føroyar eiga 12,60 prosent av kvotuni, sum er býtt millum londini í semjuni.</p>

<p>Londini býttu 84,40 prosent av heildarkvotuni millum sín og settu 15,60 prosent av til Ísland, Grønland og Russland. Føroyska makrelkvotan í ár er 156.240 tons. Hon er um at vera uppi nú.</p>

<p>Tilmælið hjá ICES, Altjóða havgranskingarstovnurin, um makrelkvotu í 2015 er 831.000 til 906.000 tons, sum eru okkurt um 100.000 tons minni enn í ár.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982