- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prístalsviðgerð hevði givið tvær ferðir so nógv
Føroya Fólkaháskúli hevði fingið dupult so nógvar pengar úr landskassanum, um játtanin var prístalsviðgjørd á hvørjum ári síðani 1985.
Og tað fer at kosta 13,6 milliónir krónur at dagføra bygningarnar hjá skúlanum.
Í fíggjarlógini fyri 2014 fær Háskúlin 2,3 mió. kr. til rakstur. Tað eru bara 600.000 kr. meira enn í 1985. Men var játtanin prístalsviðgjørd, hevði skúlin fingið 4,7 mió. kr. í ár.
Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu, sum spurdi um fíggjarligu viðurskiftini hjá Háskúlanum.
Landsstýrismaðurin sigur, at játtanin í fíggjarlógini verður latin við støði í fíggjarætlan og undirvísingarætlan, sum skúlin á hvørjum ári sendir Mentamálaráðnum at góðkenna. Játtanin er lutað sundur í rakstrarstuðul til skúlan og næmingastuðul.
Skúlin hevur eisini egnar inntøkur av skeiðum og leigu.
Landsverk gjørt støðumeting
Bjørn Kalsø sigur harafturat í svarinum, at leiðslan fyri Føroya Fólkaháskúla vendi sær til Mentamálaráðið fyri at fáa støðumeting, sum sigur, hvørjum standi bygningar hjá skúlanum eru í. Mentamálaráðið bað Landsverk gera støðumeting. Hon var liðug fyri tveimum vikum síðani.
Støðumetingin sigur, at tørvur er á at dagføra bygningarnar fyri 13,6 mió. kr.
Sambært lóg, rindar Mentamálaráðið 70 prosent til slíkar umvælingar sum hesa. Tað fer at kosta landinum 9,5 milliónir, og sjálvsognarstovnurin Føroya Fólkaháskúli skal finna 4,1 mió.kr.
Vil Háskúlin fara undir at umvæla bygningarnar, má hetta takast við í raðfestingar, sum Mentamálaráðið skal gera á langtíðar-løgujáttanini hjá landinum.
Mentamálaráðið hevur júst havt fund við nýggja háskúlastjóran og stjórnina fyri skúlan. Partarnir fara nú at umrøða, hvussu berast skal at í sambandi við umvælingarnar, sigur Bjørn Kalsø í svarinum til Gunvør Balle.