Fíggjarmálaráðið heldur ikki játtanarkarmin

Fíggjarmálaráðið heldur ikki játtanarkarmin
Peningur, sum varð ætlaður til íløgur á játtanarkarminum, er vorðin til rakstur í fíggjarlógaruppskotinum
 
12.11.2014 - 08:07

Heldur ikki Fíggjarmálaráðið, sum átti uppskotið um játtanarkarmar, heldur tað, sum løgtingið samtykti í vár.

Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um pengar til rakstur í fíggjarlógini fyri 2015 er 8,2 mió. kr. størri enn játtanarkarmurin sigur.

Millum annað standa fimm millónir krónur til P/f Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin sum íløga í játtanarkarminum, men tær eru vorðnar rakstur í fíggjarlógaruppskotinum.

Sambært Fíggjarmálarðaðnum eru játtanarkarmarnir eitt langtíðarpolitiskt ætlanaramboð, har ætlaða gongdin í og stýringin av landshúsarhaldinum komandi fimm árini verður lýst. 

Neyðugar tillagingar

Landsstýrið hevur vegna broytingar í framskrivingum og raðfestingum gjørt neyðugar tillagingar í játtanarkørmunum fyri 2015. 

Samanumtikið ger hetta, at fíggjarlógaruppskotið ikki heilt er samsvarandi játtanarkørmunum, sum løgtingið samtykti í vár. 

Landsstýrið hevur tó lagt seg eftir at hava betri úrslit enn í játtanarkørmunum, sigur Fíggjarmálaráðið í svari til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221