- Tíðindi, mentan og ítróttur
70 milliónir til íløgur verða ikki brúktar
70 milliónir til íløgur verða ikki brúktar
Landið hevur tilsamans 466,5 mió. kr. til íløgur í ár
12.11.2014 - 07:57
Slakar 70 milliónir krónur, sum landið eigur til íløgur í ár, verða ikki brúktar í ár.
Sambært einum yvirliti hjá Fíggjarmálaráðnum verða 69,2 mió. kr., sum eru játtaðar til íløgur í ár, ikki brúktar.
Landið hevur 466,5 mió. kr. til íløgur í ár. Av teimum eru 184,4 milliónir fluttar frá øðrum árum.
Millum íløgurnar, sum ikki brúka allar pengarnar í ár, eru bústovnar hjá Almannamálaráðnum, - har vera 20 milliónir av góðum 70 milliónum eftir, og hjá Landssjúkrahúsinum leypa 19 milliónir av í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV