Pál og Frans góð úrslit í Noregi

Pál og Frans góð úrslit í Noregi
Pál Joensen og Frans Johannesen hava fingið góð úrslit í North Sea Swim Meet í Stavanger
 
09.11.2014 - 18:37

Tað gekk sera væl hjá teimum báðum føroyingunum, Pál Joensen og Frans Johannesen í North Sea Swim Meet í Stavanger um vikuskiftið.

Pál legði leistin fríggjadagin, tá hann vann gull í 800 m. frí. Seinni á degnum kom Frans eisini á sigursskammilin, tá hann vann silvur í 100 m. bringu.

Leygarmorgunin var Pál aftur fyrstur á mál. Hesaferð vann hann gull í 400 m. frí. Frans bleiv nummar trý í somu kapping, og vann bronsu.

Seinnapartin leygardagin vóru fleiri heiðursmerkir til føroyingarnar. Pál og Frans blivu ávíkavist nummar eitt og tvey í superfinaluni í 400 m frí.

Í dag gjørdu teir aftur um seg. Í morgun vunnu Pál og Frans ávíkavist silvur og bronsu í 200 m. frí.

Seinnapartin í dag kom tað síðsta heiðursmerkið í hús. Frans Johannesen vann bronsu, tá hann kom á mál í superfinaluni í 200 m. frí.

 

Pál heiðraður:

Pál Joensen vann sær ein altjóða heiður afturat í kvøld. Hann varð heiðraður á North Sea Swim Meet fyri at hava framt besta avrik har av øllum mannligu luttakarum.

Heiðurin var fyri at vinna 800 metra frísvimjing við 8. bestu tíð í heiminum í ár. Tíðin var 7:46.62.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805