- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgilda umsitingin í Almannaverkinum rokkin
63 milliónir krónur í pensjónsveitingum vórðu í síðstu viku útgoldnar ígjøgnum nýggju talgildu skipanina hjá Almannaverkinum. Við hesum er ein týðandi varði í arbeiðinum, at talgilda umsitingina hjá Almannaverkinum, rokkin, skrivar Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, í tíðindaskrivi.
Nýggja skipanin er smíðað til Almannaverkið og savnar alt virksemið hjá Almannaverkinum í nútímans skipan, har dentur verður lagdur á rættartrygd, einsháttaða viðgerð av borgarum og á sjálvvirkan.
Umframt at savna alt virksemið,
-eftirkannar hon upplýsingarnar, sum verða lagdar inn,
-eftirroknar sjálvvirkandi veitingar
-tryggjar eins viðgerð, og at treytir og lógir verða hildnar
-fær sjálvvirkandi persónsupplýsingar frá Landsfólkayvirlitinum og Taks
-og er samansjóðað við útgjaldsskipanina hjá Gjaldsstovuni.
Nýggja talgilda skipanin hjá Almannaverkinum tryggjar fyrst og fremst starvsfólkunum eitt betri arbeiðsamboð, soleiðis at málsviðgerðin verður bæði lættari og tryggari.
Fyri viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum kemur nýggja skipanin at merkjast sum betri tænasta.
Arbeiðið at talgilda Almannaverkið byrjaði í 2008.
Umsitingin av barnagjaldinum varð talgild í 2010, umsitingin av dagpengum varð talgild í 2011 og nú verður alt pensjónsøkið umsitið talgilt í Almannaverkinum. Í 2015 er ætlanin, at umsitingin av forsorgarøkinum eisini verður talgild.