Handverksvinnan: semingsroyndin byrjar í morgin

Handverksvinnan: semingsroyndin byrjar í morgin
Semingsstovnurin hevur sent boð eftir feløgunum klokkan tíggju í morgin ári
Terje Sigurðsson er sjálvur annar semingsmaður. Semingsroyndin í samráðingunum millum meistarar og handverkarar byrjar í morgin.
 
27.10.2014 - 09:16

Í morgin klokkan tíggju fer Semingsstovnurin undir sjálva semingsroyndina millum handverksmeistarar og handverkarar.

Semingsstovnurin varð boðsendur næst seinasta týsdag, tí tá ásannaðu partarnir, at sáttmálasamráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál.

Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum.

Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Síðani teir vóru boðsendir, hava teir tosað við partarnar hvør í sínum lagi fyri at vita, hvat feløgini vænta sær av samráðingunum.

Semingsroyndin verður á Hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791