Føroyska fíggjarliga haldførið trý stig aftur

Føroyska fíggjarliga haldførið trý stig aftur
Tað sigur búskaparfrøðingurin og fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, við Dimmalætting
Magni Laksafoss
Mynd: Savnsmynd  
 
12.10.2014 - 15:13

~Flestu lond hava tryggjað sær fíggjarligt haldføri, men Føroyar eru ongan veg komnar enn. Heldur enn at hava tikið eitt stig fram móti betri fíggjarligum haldføri, eru vit seinastu árini farin trý stig aftur.

Tað sigur búskaparfrøðingurin og fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, í tíðargrein í Dimmalætting nú um vikuskiftið.

Í tíðargreinini "Meðan vit bíða" viðger Magni Laksáfoss haldførið í føroyska búskapinum.

Danski tjóðbankin vísti í síni seinastu frágreiðing um Føroyar á, at haldførið í føroyska búskapinum er ikki bøtt, hóast hallið er minkað. Tjóðbankin sigur, at tað vanta framvegis átøk, sum kunnu bøta almenna fíggjarstandin. Bankin vísir millum annað á, at broytingarnar í fólkatalinum og fólkasamansertingini fara at geva føroyska samfelagnum stórar avbjóðingar í framtíðini.

Eisini Búskaparráðið hevur ávarað um vantandi haldføri í búskapinum.

Magni Laksáfoss er samdur. Eftir hansara tykki ber tað ikki til at kalla flytingina av eldraøkinum út til kommunurnar fyri eina nýskipan. Hetta er einans ein flyting av uppgávuni - hvør skal hava apuna?, skrivar búskaparfrøðingurin.

Magni Laksáfoss heldur, at grannalondini hava dugað at tryggjað sær búskaparligt haldføri fyri at standa ímóti broytingunum í fólkasamansetingini. Í Norra er hetta millum annað tryggjað gjøgnum oljugrunnin. Og í Danmark er hetta tryggjað gjøgnum stórar pensjónsuppsparingar í mong ár og við at skatturin av pensjónunum liggur í pensjónsgrunnunum til tær verða goldnar út. Onnur tiltøk eru broytingar í eftirlønini og pensjónsaldri, sigur Magni Laksáfoss

Eftir hansara tykki eru Føroyar ongan veg komnar at tryggja fíggjarligt haldføri. Tvørturímóti. Vit hava minkað um haldførið við at skatta pensjónir við inngjald og brúkt peningin til skattalættar, sigur Magni Laksáfoss í tíðargreinini.

Magni Laksáfoss var landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri Sambandsflokkin frá mai 2007 til februar 2008. Hann var eisini tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 2008 til 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976