- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næstan bara kvinnur hava umsorgan sum arbeiði
Umsorgan er størsti starvsbólkur í Føroyum, sambært fólkateljingini í 2011.
2.352 fólk arbeiddu við umsorgan tann 11.november í 2011 og næstan bara kvinnur, 92 prosent.
Í starvsbólkinum "umsorgan" eru millum annað heilsurøktarar, heimahjálp, hjálparfólk á stovnum, sjúkrarøktarfrøðingar á stovnum og námsfrøðingar á stovnum.
Tey, sum arbeiða hjá Heilsuverkinum, eru í bólkinum "heilsustarvsfólk". Tey eru 900 í tali. Eisini har eru kvinnurnar í stórum meirluta, tær eru 87 prosent.
Mannfólkini eru flest í bólkinum, sum eitur "tøkningar í vísindum, verkfrøði, skips- og loftferðslu." Í hesum bólki eru millum annað yvirmenn á skipum, byggifrøðingar, maskinmeistarar og flogskiparar.
Í fólkateljingini søgdu 2.344 fólk seg arbeiða í hesum bólkinum, og 97 prosent eru menn.
Næstan líka nógv
Í onkrum bólki er býtið millum kynini javnari. Eitt nú í bólkinum "arbeiði við løgfrøði, samfelagsvísindum og mentan."
Hetta eru millum annað løgfrøðingar, sosialráðgevar, fjølmiðlafólk og prestar.
Her eru 234 menn og 202 kvinnur.
Í bólkunum "tænasta" og "búskapur, umsiting og søla" er býtið 51 prosent menn og 49 prosent kvinnur.
Og 1.390 fólk arbeiða á flakavirkjum og øðrum fiskavirkjum, 608 kvinnur og 782 menn.