Posta vil sleppa undan bygdarnøvnunum í lógini

Posta vil sleppa undan bygdarnøvnunum í lógini
Høgligari og bíligari at hava posthúsið á flogvøllinum enn í Miðvági, Lógarbroyting er á veg
Posta vil heldur vera á flogvøllinum enn í Miðvági.
 
03.10.2014 - 07:38

Posta vil sleppa at avgera, hvar økisposthúsini skulu vera, og ikki noyðast at hava tey har, sum lógin um P/f Postverk Føroya sigur, at tey eiga at vera.
Lógin sigur, at P/F Postverk Føroya er bundið til at hava økisposthús í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31.desember 2015.

Men á nýggjárinum er ætlanin at broyta lógina, so har fer at standa, at økisposthús skulu vera í Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum, Streymoynni, Sandoynni og Suðuroynni.   

Flogvøllurin í staðin fyri Miðvág

Sambært P/f Postverki Føroya er tað óheppið og óneyðuga kostnaðarmikið, at býir og bygdir eru nevnd í lógini, tí tað kann vera høgligari og bíligari at hava posthúsið í grannabygdini. 

Í Vágum er betur egnað at hava økisposthús á flogvøllinum enn í Miðvági. Men galdandi lóg sigur, at økisposthúsið skal vera í Miðvági. 

Posta sigur, at tænastan er líka góð á flogvøllinum sum í Miðvági, men hon kostar minni á flogvøllinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791