- Tíðindi, mentan og ítróttur
PR um grindadráp ikki fleiri pengar frá løgmanni
Landsstýrið fer ikki at brúka fleiri pengar til at kunna umheimin um grindadráp.
Herferðin hjá Sea Shepherd móti Føroyum í summar kann tykjast ógvuslig, men hon stendur als ikki mát við ágangin, vit áður hava upplivað.
Útflutningsvinnan er ikki varug við nakrar forðingar.
Ferðafólkatalið hevur ongantíð verið størri.
Og útlendsku ferðamannaskipini hava ongantíð verið fleiri enn nú í summar.
Sostatt er ávirkanin hjá Sea Shepherd í løtuni rættiliga avmarkað.
Løgmaður og umsiting hansara svara nú øllum atfinningunum um, at almennu Føroyar einki gera fyri at svara aftur áganginum hjá Sea Shepherd.
Landsstýrið er skuldsett fyri bara at lata standa til.
Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni stendur, at djóraverndarfelagsskapir hava borið ósannindi um føroyingar í skjótt 30 ár.
Heldur enn glaðbeint at skifta kós, tí onkur fyrrverandi amerikanskur sjónleikari sigur sína hugsan í onkrum fjølmiðli, er neyðugt at hyggja at heildini og gongdini í málinum í fleiri ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Einstakar hendingar ella vitjanir broyta ikki yvirskipaðu kósina hjá landsstýrinum í grindamálinum.
- Vit eiga framvegis at vera rólig, sigur løgmaður. Vit svara stútt og støðugt fyrispurningum við fakta um grindadráp, sigur hann.
Hetta verður millum annað gjørt við teldupostum, beinleiðis samskifti við útlendskar miðlar, og við at vísa til heimasíðuna whaling.fo.
Og løgmaður leggur afturat, at í fyrstu atløgu verða ikki fleiri pengar settir av til at kunna um grindadráp. Men neyðugt verður tó at eftirmeta seinastu tríggjar mánaðirnar.