- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blákrossheimið tikið í nýtslu í næstu viku
Næsta fríggjadag verður nýggja Blákrossheimið á Nesi tikið alment í nýtslu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at víga húsið, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, fer at halda røðu
Í tíðindaskrivi í morgun, sigur Blái Krossur, at umstøðurnar í nýggja heiminum verða munandi betri, og starvsfólkini fáa eisini betri umstøður.
Heimið er 800 fermetrar til støddar, pláss er fyri 14 fólkum í samdøgursviðgerð, og heimið kostar 13 miljónir krónur.
Tað er ein miljón krónur dýrari, enn upprunaliga ætlað, tí Blái Krossur hevur avgjørt millum annað at gera køkin betri, málaraarbeiðið varð partvíst gjørt av málara, og økið uttan um heimið er asfalterað og gjørt liðugt.
Ókeypis grundstykki og sjálvboðið arbeiði
Grundstykkið á Nesi í Eysturoy fekk Blái Krossur ókeypis, og felagsskapurin hevur eisini fingið aftur mvg-ið av byggikostnaðinum. Annars er alt fíggjað við gávum, innsavning, lutaseðlum, sølu í Blákrosshandlunum, sjálvbodnum arbeiði og láni, og raksturin er yvir fíggjarlógina, skrivar BláiKrossur.
Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. verður opið hús fyri almenninginum.
Tað var fyri 30 árum síðani, - í 1984, at Blákrossheimið varð sett á stovn, og 30 ára haldið verður hildið samstundis sum nýggja heimið letur upp, skrivar Blái Krossur.