- Tíðindi, mentan og ítróttur
Apple tekur aftur iPhone 5 við vánaligum battaríi
Hevur tú eina iPhone 5, ið javnt og samt skal løðast, kann tað vera, at feilur er á battarínum, og at battaríið tískil skal skiftast, hóast telefonin er nýggj.
Kanna tína telefon niðanfyri
Apple upplýsir á heimasíðu síni, at feilur er á battarínum í nøkrum telefonum, ið fyritøkan seldi í tíðarskeiðnum frá september 2012 til januar 2013. Tað eru tó ikki allar telefonir, ið hava feilin.
Kundar, ið hava keypt eina av telefonunum, við feilinum á battarínum, fáa skift battaríið út ókeypis, boðaði fyritøkan frá í tíðindaskrivi í seinastu viku.
Kanna tína telefon her
Til tess at kanna tína fartelefon mást tú fyrst vita framleiðslunummarið á tíni iPhone 5-fartelefon, ið tú sært undir General og síðani velur Settings á telefonini og at enda Serial Number, myndin.
Kanna - um tín telefon hevur eitt battarí, ið skal skiftast út - á slóðini her:
iPhone 5 Battery Replacement Program (letur upp í nýggjum kaga)
Apple upplýsir, at fyritøkan longu er byrjað at skifta battaríir í USA og Kina. Í øðrum londum verða battaríini skift frá fríggjadegnum 29. august.