- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið: Vilja hava stuðul til fíggingarleistin
Tórshavnar, Kvívíkar og Fámjins kommunur heita nú á hinar kommunurnar í landinum um at stuðla sær. Tær tríggjar kommunurnar vilja ikki góðtaka fíggingarleistin, nú eldraøkið verður lagt út til kommunurnar um nakrar mánaðir. Tær tríggjar kommunurnar hava tí sent Kommunufelagnum bræv, har tær biðja um stuðul, men Kommunufelagið hevur ikki viðgjørt áheitanina enn.
Fíggingarleisturin ger, at hesar tríggjar kommunurnar verða verri fyri enn hinar, tí fáir útisiglarar eru í Havn, Kvívík og Fámjin, sum tí eru við skerdan lut. Fíggingarleisturin er betri fyri kommmunurnar, har flestu útisiglararnir búgva, tí tær fáa meira í sín part.
Tær tríggjar kommmunurnar seta fram ófrávíkiligt krav í brævinum um, at fíggingin fylgir við. Kommunurnar sýti fyri at byrja við einum undirskoti frá fyrsta degi.
Skulu rinda meiri
Egnar útrokningar hjá kommununum vísa, at hvør borgari í Fámjin má rinda 1400 kr. eyka, hvør borgari í Kvívík einar 1200 kr. afturat, og hvør borgari í Tórshavnar kommunu skal rinda einar 400 kr. eyka, meðan aðrar kommunur fáa ta fígging, sum hóskar til fíggjarleistin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Kommunufelagnum, er staddur í Reykjavík, men hann sigur í stuttari viðmerking, at fundur verður við Fíggjarmálaráðið, so skjótt hann er afturkomin. Og tá má ein semja finnast um ein leist.
Bæði land og kommunur skulu gera fíggjarætlan fyri næsta ár, og semja má verða millum kommunurnar og landið frammanundan.
Sambært Heðini Mortensen eru umleið 20 milliónir kr. á muni millum tað, sum landið vil lata, og tað, sum kommunurnar vilja hava, nú eldraøkið fer á kommunalar hendur.