- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyski marknaðurin í Bretlandi kann minka
Nú Føroyar aftur sleppa at selja makrel og sild í ES, verður Bretland møguliga ikki tann stóri marknaðurin. Tí Seafish, bretska fiskivinnuráðið, fyrireikar eitt stórt marknaðarátak fyri at fáa bretar at eta makrel - bretskan makrel.
Orsøkin er, at bretar sleppa ikki at selja makrel til Russlands. Tí ætlar Seafish, at makrelurin, sum annars hevði farið til Russlands, skal seljast og etast í Bretlandi. Og tí skulu bretar sannførast væl og virðiliga um, at makrelur er góður og sera heilsugóður matur. Millum annað verða uppskriftir við makreli almannakunngjørdar.
Samstundis ætla bretar kortini eisini at royna at sleppa av við makrel í landssyningspartinum av Asia.
Bretland útflutti makrel fyri 160 mió. kr. um árið til Russlands.