- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa vørur til Russlands umvegis grannalond
Londini, sum Russland ikki vil keypa matvørur frá, hava kortini ein møguleika at fáa sínar vørur til Russlands umvegis grannalond hjá Russlandi.
Tíðindastovan NTB skrivar, at Russland loyvir matvørum at koma úr Hvítarusslandi og Kasakstan, hóast vørurnar eru gjørdar úr rávørum úr eitt nú ES ella Noregi.
Við hesum royna myndugleikarnir í Moskva at forða fyri, at prísirnir hækka so nógv, nú ikki er loyvt at innflyta matvørur úr nógvum londum, sum Russland plagdi at keypa frá.
Fáa gleði av tllfrælsi
Fyrr í ár gjørdi Russland avtalu við Hvítarussland og Kasakstan um tollfrælsi. Og nú fáa grannalondini gleði av teirri avtaluni, tí tey kunna arbeiða rávøru úr boykottaðu londunum og síðani selja Russlandi vørurnar.
Sambært NTB leggur Dmitrij Medvedev, forsætisráðharri í Russlandi, dent á, at hann vónar, at handilsforðingarnar móti vesturheiminum fara at vara styttri tíð enn ætlaða árið, sum ætlanin var, tær skuldu vara.