- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innflutningsbann rakar ikki Føroyar
Føroyar eru ikki umfataðar av innflutningsbanninum í Russlandi.
Tað hevur Uttanríkistænastan í Tinganesi fingið munnliga váttan fyri frá russiskum myndugleikum, sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni.
Í løtuni verður bíðað eftir einari skrivligari váttan frá russiku myndugleikinum.
Tað er av stórum týdningi fyri vinnuna at fáa hesa váttan skrivliga, tí signalini úr Russlandi hava higartil verið ógvuliga ymisk og ógreið.
Føroyar er partur av danska ríkinum, og tá Danmark er limur í ES, sum Russland hevur bannað innflutningi av vørum, hevur verið stúrt fyri, at bannið eisini umfatar Føroyar.
Men alt bendir nú á, at Føroyar verða ikki raktar av banninum, sigur Gunnar Holm Jacobsen, sum er staddur í Keypmannahavn, har hann nú fyrrapartin fer á fund við russisku sendistovuna.