- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út at umvæla Airbussin
Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fekk skaða av nøkrum fuglum fríggjakvøldið, er ikki farið á flog aftur enn.
Umvælingin, sum verður gjørd í Keypmannahavn, er ikki liðug.
Airbusflogfarið var á veg til Føroya úr Keypmannahavn fríggjakvøldið, tá tað rakti nakrar fuglar. Flogfarið vendi við, og setti seg aftur í Keypmannahavn, og har stendur tað enn.
Fyrst ljóðaði, at umvælingin var seinkað, tí ikki bar til at fáa eykalutir frá verksmiðjuni í Týsklandi um vikuskiftið.
Annar motorurin og annar vongurin fingu skaða av fuglunum.
Skadda flogfarið hevur gjørt, at seinkingar hava verið í flogferðsluni hjá Atlantic Airways síðani óhappið hendi, og seinkingar eru eisini í dag.