- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reglur fyri spælarar og arbeiðsloyvi samsvara ikki
Sambært grein 20 í kappingarreglunum fyri fótbólt, verður útlendskur leikari, sum hevur havt loyvi at leika í Føroyum í trý fylgjandi kappingarár, og søkir um loyvi fjórða árið, ikki at rokna sum útlendskur leikari í fjórða kappingarárinum.
Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum vísir á, at hetta samsvarar ikki við reglurnar annars á útlendingaøkinum.
Skal útlendingur hava varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, skal viðkomandi hava verið í Føroyum og havt bústað her seinastu sjey árini. Ikki fyrr enn tá kann søkjast um varandi arbeiðsloyvi. Hetta er ikki galandi fyri útlendskar fótbóltsleikarar, sum koma til landið, og tí loyvir Aganevndin sær at ivast í reglunum.
Tað sæst í úrskurði hjá Aganevndin í sambandi við kæru frá B68 fyrr í summar.
B68 kærdi
B68 kærdi tann 2. juli AB til Aganevndina, tí felagið metti ikki, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá serbiska verjuleikaranum hjá AB, Dimitrij Jankovic, var í lagi. Aganevndin staðfesti, at loyvið hjá Dimitrij Jankovic var í lagi, og vísti kæruni frá B68 frá sær.
Men ivamál eru, sigur Aganevndin. Nevndin tekur bara avgerðir, sum eru grundaðar á kappingarreglurnar hjá Fótbólssambandinum.
Skal lógarverkið á hesum øki broytast, verða tað fótbóltsmyndugleikarnir, sum skulu gera neyðugu broytingarnar, sigur Aganevndin. Tað merkir, at tað er aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum, sum eigur avgerðina, skulu broytingar gerast í lógarverkinum fyri fótbólt.
Avgerðir hjá Aganevndini kunnu innan fimm dagar kærast til yvirkærunevndina, men B68 kærdi ikki úrskurðin til yvirkærunevndina.