- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fráboðan frá sýslumanni helst viðgjørd í Danmark
Í morgin fer leiðslan hjá løgregluni í Føroyum at taka støðu til fráboðanina hjá Karli Johansen, sýslumanni, sum meldaði Sea Shepherd í síðstu viku fyri brot á grindakunngerðina.
Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at politiið í Klaksvík, ella í Norðurøkinum, hevur gjørt fyrstu kanningarnar fyri at útvega próvtilfar, so sum myndir.
Politiið í Klaksvík hevur tó ikki skuldsett nakran ella avhoyrt nakran í málinum. Tilfarið, sum politiið í Klaksvík hevur útvegað, er komið til Havnar.
Í morgin verður so løgføðilig meting gjørd hjá fútanum fyri at avgera, um meira skal gerast við málið.
Viðgjørt í Danmark
Verður niðurstøðan, at málið skal kannast meira og onkur skal skuldsetast, verður tað sent Ríkisadvokatinum í Danmark, sum síðani letur einum statsadvokati málið. Vanliga plagar statsadvokaturin í Keypmannahavn at hava mál, sum koma úr Føroyum. Og tá verða so fólk í Ferðaliðinum send til Føroya at kanna málið.
Peter Thaysen sigur, at umframt at vera sýslumaður, sum er føroyskt embæti, er Karl Johansen í donskum starvi sum løgreglumaður.Og tí er tað ikki hóskandi, at politiið í Føroyum avgreiðir eitt mál, sum Karl Johansen hevur meldað.
Tað var seinasta mikudag, at ein grind kom inn í Haraldssund. Haraldssund er ikki hvalvág, og tað viðraði ikki at reka grindina aðra staðni at halda henni til. Men so kom ein bátur hjá Sea Shepherd og rak grindina út aftur, og hon sást ikki aftur.
Karl Johansen meldaði Sea Shepherd. Sambært kunngerðini um grind kunnu brot á kunngerðina revsast við bót. Er brotið framt við vilja, kann revsingin verða fongsul upp í fýra mánaðir.