- Tíðindi, mentan og ítróttur
150.000 fólk komin og farin um floghavnina í ár
37.008 ferðafólk komu og fóru um Vága floghavn í juli. Tað eru 2510 ferðafólk fleiri enn í juli í fjør, vøksturin er 7,3%. Tað stendur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.
Vøkstur er á øllum leiðum uttan á Íslandsleiðini. Har hevur afturgongdin verið umleið 14%. Men verður hugt eftir árinum higartil, so er ferðafólkatalið til og úr Íslandi á leið tað sama sum í fjør.
Danmark er enn nógv tann størsta ferðafólkaleiðin. Størsti vøksturin er tó á Noregsleiðini. Oljuflúgvingin eigur sín part av vøkstrinum, men tað er nógv, sum bendir á, at fleiri norsk ferðafólk koma til Føroyar nú, sigur Vága floghavn.
Samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum í ár er 7,8%. Higartil í ár eru 149.170 ferðafólk komin og farin flogvøllinum, samanborið við til 138.435 somu tíð í fjør.