- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gerðarættur ikki endurtikin
Grundarlag er ikki fyri at loyva uppafturtøku í Gerðarrættinum, sigur formansskapurin í Fasta Gerðarrættinum.
Fasti Gerðarrætturin verður ikki kallaður saman aftur at viðgera trætuna millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønina hjá námsfrøðingunum í forskúlunum.
Tað sigur Gurið Joensen, sum sjálv onnur er forkvinna í Fasta Gerðarrætti. Hon sigur, at bæði hon og Halgir W. Poulsen, sum er hin formaðurin, eru samd um, at grundarlag er ikki fyri at taka málið uppaftur.
Tað fingu advokatarnir hjá pørtunum at vita í gjárkvøldið. Pedagogfelagið vildi hava málið uppafturtikið, tí mannagongdin var, sambært felagnum, ikki røtt, tá Gerðarrætturin viðgjørdi og avgjørdi málið fyrst í juli.
Formenninir kunnu taka mál upp av nýggjum
Sambært sáttmálanum um Fastan Gerðarrætt kunnu formenninir í serligum føri, í semju, eftir áheitan frá parti innan fyri fýra vikur frá úrskurði taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.
Skuldi málið um námsfrøðingarnar í forskúlunum takast upp aftur, skuldi tað vera fyri 3. august. Vanliga avgera tríggir gerðarrættardómarar málini, sum Fasti Gerðarrættur fær. Men semjast formenninir um at taka eitt mál uppaftur, skulu allir átta gerðarrættardómarar vera við.
Fasti Gerðarrættur segði 3. juli, at blokadan hjá Pedagogfelag móti forskúlunum, og arbeiðssteðgurin, sum skuldu koma í gildi 17. august, tá skúlaárið byrjar, eru ólóglig.
Pedagogfelagið avlýsti blokaduna og arbeiðssteðgin, men bað eisini um at fáa málið viðgjørt av nýggjum í Fasta Gerðarrætti, men tað verður av ongum.