- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbann yvir Bergen
Flogbann yvir Bergen
Løgreglan í Noreg hevur gjørt av at stongja loftrúmið omanfyri miðbýin í Bergen.
26.07.2014 - 17:38
Í Noreg ynskja tey fullkomið tamarhald yvir loftrúminum.
Í loftrúminum yvir Bergen hava eitt nú fleiri dronir verið, men tað ynskja tey ikki, nú óttin fyri eini yvirgangsatsókn gjørdist greiður hósdagin, tá løgreglan kallaði til tíðindafundar.
Flogbannið omanfyri miðbýin í Bergen fevnir tó ikki um sjúkraflutning, herðin og løgregluna.
- Hetta ávirkar tó ikki ferðafólkaflúgving, sigur samskiftisráðgevin hjá Avinor, sum stýrir stóran part av norsku flogfersluni.
Flogbannið verður galdandi í øllum førum inn til týsdagin, upplýsir samskiftisráðgevin hjá Avinor, Margareth Aske.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV