- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri tons men nógv fleiri milliónir krónur
Alivinnan útflutti fyri eina milliard og 113 milliónir krónur frá 1.januar til 1.juni.
Hetta eru 13 prosent meira enn í fjør, upplýsir Hagstovan.
Og prísurin fyri laksin er nógv betri í ár, tí tonsini eru færri í ár enn í fjør, hóast selt er fyri 124 milliónir krónur meira í ár.
Í tonsum er útflutningurin eitt prosent minni í ár.
Føroyar útfluttu fyri tvær milliardir og 232 milliónir til 1.juni í ár, 137 milliónir krónur, sjey prosent, meira enn í fjør.
Byggitilfar og maskinur
Tað sæst aftur í innflutningstølunum, at byggivinnan hevur meira at gera nú.
Sambært tølum, sum Hagstovan hevur kunngjørt, varð byggitilfar innflutt fyri 186 mió. kr. til 1.juni í ár. Og tað eru 16 prosent meira enn í fjør.
Eisini eru fleiri maskinur og amboð innflutt í ár. Innflutt er fyri 292 milliónir krónur, sum eru 63 prosent meira enn í fjør.
Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu varð innflutt fyri hálva milliard fyrstu fimm mánaðir ársins. Vøksturin er ikki so stórur, hann er fimm prosent.
Men innflutningurin hjá alivinnu, fiskivirking og landbúnaði er nógv minkaður. Fiskavirkini hava innflutt fisk fyri 49 prosent minni í ár enn í fjør.