Leypa á sjógv eftir kappróðurin á ólavsøku

Leypa á sjógv eftir kappróðurin á ólavsøku
Gamla siðvenjan at svimja kapp á sjónum verður aftur í ár á ólavsøku
 
18.07.2014 - 14:31

Fyriskipararnir, Havnar Svimjifelag, vilja hava nógvar luttakarar, - royndar sum óroyndar.

Hetta er ein fínur teinur fyri óroynd.

Tilmelding til "kappsvimjingina" á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli.

Kappast í fýra bólkum

Kappingin er skipað í fýra bólkar:

- Kvinnur Opin bólkur

- Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri

- Menn Opin bólkur - Menn Masters

– menn sum eru 25 ár og eldri

Svomið verður frá endanum á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar.

Lækni, sjúkrasystrar og sterkir menn eru á landi og í bátum, skrivar Havnar svimjifelag.

Ein bátur tryggjar at óviðkomandi bátar halda seg burtur frá økinum, har svomið verður. Harumframt eru tveir lágir gummibátar – ein, ið fylgir teimum fremstu svimjarunum, og ein, ið fylgir teimum aftastu.

Fakta um ólavsøkusvimjingina

Við ólavsøkusvimjingini í 2010 tók Havnar Svimjifelag upp aftur gamla siðvenju.

Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku.

Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.

Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.

Les meira um kappsvimjingina á ólavsøku á heimasíðuni hjá Havnar svimjifelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150