- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skráseta trø í miðbýnum í Havn
Skráseta trø í miðbýnum í Havn
Talan er um øll trø á bæði privatum og almennum ognum í miðbýnum.
15.07.2014 - 09:13
Komandi vikurnar verða øll størri trø í miðbýnum í Havnini skrásett. Kommunan tekur mát av trøunum, og samstundis verður eisini skrásett, um talan er um eitt nú eikitræ ella bókartræ.
Endamálið við arbeiðnum er at fáa yvirlit yvir, hvørji trø eru verd at varðveita, og at fáa í lag yvirskipaða ætlan fyri, hvussu og nær nýggj trø skulu setast niður í miðbýnum.
Tað eru liðin 25 ár síðani, trøini í miðbýnum vórðu skrásett seinast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV