- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir pedagogum frá at søkja størv í forskúlum
Pedagogfelagið mælir limunum til at hugsa seg væl um, áðrenn teir søkja størv í forskúlunum.
Fasti Gerðarrætturin hevur sett blokaduna og arbeiðssteðgin úr gildi, sum Pedagogfelagið lýsti móti forskúlunum, og tí kunnu námsfrøðingar søkja størvini,
Men Pedagogfelagið minnir limir sínar á, at felagið ikki heldur størvini vera umfatað av nøkrum sáttmála og tískil heldur ikki flokkað.
Pedagogfelagið hevur biðið Fasta Gerðarrættin um at taka málið upp aftur um bokaduna og arbeiðssteðgin, sum Pedagogfelagið hevði lýst móti forskúlunum.
At Pedagogfelagið hevur kært úrskurðin merkir, at allir gerðarrættardómararnir nú skulu viðgerða málið.
Ikki viðgjørt eftir reglunum
Pedagogfelagið sigur í kæruni, at málið ikki er viðgjørt sambært reglunum um Fasta Gerðarrættin og førir m.a. fram, at gerðarrætturin hevur gjørt úrskurðin út frá einum fyrireikandi fundi, har referat eru tikin, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru til staðar og eru endurgivin, vistu, at fundarreferatini fóru at verða brúkt.
Pedagogfelagið ger galdandi, at málið hevur stóran týdning, tí tað snýr seg um tulking og nágreining av verkfalsrættindum og friðarskyldu á arbeiðsmarknaðinum. Og tá formlig brek eru staðfest í viðgerðini av einum slíkum máli, eigur tað at ganga umaftur, heldur Pedagogfelagið.