- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgerðin hjá fasta gerðarrættinum er kærd
Pedgogfelagið hevur biðið Fasta Gerðarrættin um at taka málið upp aftur um bokaduna og arbeiðssteðgin, sum Pedagogfelagið hevði lýst móti forskúlunum.
At Pedagogfelagið hevur kært úrskurðin merkir, at allir gerðarrættardómararnir nú skulu viðgerða málið.
Pedagogfelagið sigur í kæruni, at málið ikki er viðgjørt sambært reglunum um Fasta Gerðarrættin og førir m.a. fram, at gerðarrætturin hevur gjørt úrskurðin út frá einum fyrireikandi fundi, har referat eru tikin, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru til staðar og eru endurgivin, vistu, at fundarreferatini fóru at verða brúkt.
Pedagogfelagið ger galdandi, at málið hevur stóran týdning, tí tað snýr seg um tulking og nágreining av verkfalsrættindum og friðarskyldu á arbeiðsmarknaðinum. Og tá formlig brek eru staðfest í viðgerðini av einum slíkum máli, eigur tað at ganga umaftur, heldur Pedagogfelagið.
Fasti Gerðarrætturin setti við avgerð síni blokaduna og arbeiðssteðgin úr gildi, sum Pedagogfelagið lýsti móti forskúlunum.