- Tíðindi, mentan og ítróttur
Met stórur áhugi fyri víðarilestri í Danmark
Met stórur áhugi fyri víðarilestri í Danmark
91.231 hava søkt inn til víðari lestur, og tað eru góð 3.000 fleiri enn í fjør
06.07.2014 - 09:50
Í gjár klokkan 12 var evsta mark at søkja inn eftir kvotu 1, har tú verður upptikin við støði í tínum ummæli.
Freistin at søkja um upptøktu í kvotu 2 var fyrr í ár, - 15. mars. Í kvotu tvey verður hugt eftir arbeiðsroyndum, øðrum royndum og eisini ummæli.
Í fjør søktu 88,537 inn til víðari lestur. Av teimum sluppu 67.833 inn, meðan 20.704 fingu noktandi svar í postinum.
Øll fáa boð sendandi í posti um tey eru sloppin inn 30. juli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV