- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herverk á politistøðina í Klaksvík
Herverk á politistøðina í Klaksvík
Vakmyndatól staðfestu, hvør gerningsmaðurin er
04.07.2014 - 11:37
Herverk varð í nátt framt á politistøðina í Klaksvík. Ein steinur er grýttur gjøgnum síðurútin í úthurðini.
Løgreglan hevur vakmyndatól á bygninginum, og tí er lætt at staðfesta, hvør gerningsmaðurin er. Og hann verður handtikin í morgun, sigur Rani Wardum, vakthavandi á politistøðini.
Í Leirvík vórðu boð seint í gjárkvøldið send eftir sløkkiliðnum, tí hildið var, at eldur var í skúlanum. Tá fólk kom á staðið, varð greitt, at tveir menn høvdu kynt eld í tvær eingangsgrillir, og tað elvdi til nógvan royk.
Grillirnar vórðu sløktar, men søgan sigur einki, um búffarnir vórðu gjøgnumsteiktir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV