Fleiri mannfólk enn konufólk hava tøkan pening

Fleiri mannfólk enn konufólk hava tøkan pening
Í 2011 høvdu 2947 mannfólk 300.000 kr. tøkar eftir skatt, men bert 268 kvinnur
 
04.07.2014 - 07:52

Stórur munur er á, hvussu nógvan tøkan pening menn og kvinnur í Føroyum høvdu í 2011, eftir at skattur var rindaður av inntøkuni.

Tað vísa tøl frá fólketeljingini Manntali.

Nógv fleiri mannfólk

268 kvinnur høvdu í 2011 300.000 krónur ella meira í tøkum peningi, tá skatturin varð goldin. Men nógv fleiri mannfólk hava meiri pening eftir. Í  2011 høvdu 2947 menn 300.000 krónur ella meiri í tøkum peningi, tá skatturin var goldin. Tað vil siga, at 2679 fleiri menn enn kvinnur høvdu 300.000 krónur ella meira eftir í tøkum pengini eftir skatt.

Tey flestu hava 100.000-200.000 kr. eftir

Tey flestu høvdu 100.000 til 200.000 eftir, 17.096 fólk - 9980 kvinnur og 7116 menn.  Eisini høvdu nógv 200.000 til 300.000 krónur eftir, tá skattur varð rindaður -  4660 menn og 2569 kvinnur. 

 Øll tølini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081