Faroe Origin: Nú vænta vit at tað fer at bera til

Faroe Origin: Nú vænta vit at tað fer at bera til
Eigararnir hava aftur sett pening í felagið, eftir at partapeningurin er mistur
Stelkur er eitt av skipunum hjá Faroe Origin
 
04.07.2014 - 15:32

Faroe Origin hevur verið tungur burður hjá eigarunum, Framherja, Varðanum og Bacalao, sum í 2011 keyptu tað, sum eftir var av Faroe Seafood.

Feløgini settu 50 milliónir kr. í felagið, men tað hevur ikki gingið eftir vild, og í fjør var partapeningurin mistur. Tá settu feløgini aftur 14 milliónir kr. í Faroe Origin, men tann partapeningurin er eisini farin. Sostatt hava eigararnir mist 64 milliónir kr. hesi trý árini.

14 mió. kr. afturat

Nú hava feløgini aftur sett 14 milliónir kr. í felagið, og nú vænta tey at fyritøkan fer at bera seg, sigur Anfinn Olsen, stjóri. Hann sigur, at eigararnir í fjør avgjørdu at avskriva tað, sum Faroe Origin skyldaði eigarunum, og tí var úrslitið í fjør ikki negativt.

David Jacobsen, tekniskur stjóri í Faroe Origin, sigur, at tá fyritøkan byrjaði, gekst væl, tí væl av fiski var at fáa ta fyrstu tíðina. Men síðani hevur ikki gingið serliga væl, tí lítið av fiski hevur verið at fingið. Tað hevði við sær, at felagið avgjørdii at leggja tveir trolarar, Rók og Lerk í fjør. Felagið keypti eisini tveir trolarar úr Vági, sum fingu navnið Skúgvur og Munkur. Teir vórðu keyptir fyri at fáa skipunum fleiri fiskidagar.

Nú eru Rókur og Lerkur farnir aftur í vinnu, tí teir eru størri og betri skip enn Skúgvur og Munkur, sum eru lagdir. Teir eru lýstir til sølu, men fiskidagarnir fylgja ikki við. Onkur fyrispurningur er komin, men einki ítøkiligt boð, tí skipini verða seld uttan fiskidagar, sigur David Jacobsen. Fiskidagarnir, sum Skúgvur og Munkur áttu, skulu hinir seks trolararnir hjá felagnum brúka.

Færri fiskidagar

- Tað er neyðugt at keypa fiskidagar, tí talið av fiskidøgum, sum skipini eiga, minkar ár um ár, sigur tekniski stjórin.

Faroe Origin eigur flakavirkið í Runavík og virkið á Toftum. Felagið sjálvt nýtir bert virkið í Runavík, og hevur leigað virkið á Toftum til Vaðhorn. Virkið í Vestmanna var eisini við í keypinum, men tað varð selt fyri tveimum árum síðani.David Jacobsen sigur, at felagið hevur nýtt nógvar pengar til virkið í Runavík, sum nú virkar betur. Nógvir pengar eru eisini nýttir til skip, so samanlagt hava útreiðslurnar verið stórar.

Men nú sær bjartari út, sigur David Jacobsen. Og við at seta 14 milliónir kr. í nýggjum partapeningi í Faroe Origin, vænta eigararnir, at tað fer at bera til, sigur Anfinn Olsen, stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081