- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Origin 14 mió. kr. í nýggjum partapeningi
P/f Faroe Origin hjá Bacalao, Varðanum og Framherja, sum rekur flakavirki og trolarar, hevur sett 14 milliónir krónur í felagið í nýggjum partapeningi.
Tað skrivar Vinnuvitan.fo
Samstundis er gamli partapeningurin, sum vará 14 milliónir, niðurskrivaður til null til at rinda hall við. Í fjør summar varð upprunaligi partapeningurin, sum var 50 milliónir krónur, niðurskrivaður til null, eisini til at rinda hall.
Niðurskrivað 64 mió. kr.
Eigararnir hava sostatt niðurskrivað 64 millónir krónur ella allan partapeningin til null, og síðani reist 14 milliónir í nýggjum partapeningi.
Síðani Faroe Origin varð stovnað fyri trimum árum síðani, hava eigararnir sett 78 milliónir kr. í felagið, upplýsir Vinnuvitan.fo