- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal hava íslendskt navn fyri at fáa pass
Íslendska navnalógin vekir ans í Onglandi.
Orsøkin er, at íslendsku myndugleikarnir vilja ikki geva einari gentu, ið kallast Harriet, nýtt pass, uttan so at navnið verður broytt, so tað samsvarar íslendsku navnalógini. Stóra enska blaðið hevur tíðindini frá Vísir.
Harriet er 12 ára gomul. Pápi hennara er breti og mamman íslendsk. Familjan, ið býr í Kópavogi, ætlaði at halda summarfrí í Fraklandi, men tað ber illa til at ferðast við ongum passi.
Harmast
Foreldrini, Tristan Cardew og kona hansara Kirstin, harmast støðuna. Vóru bæði foreldrini útlendsk, hevði Harriet kunnað itið Harriet í passinum, men tá annað av foreldrunum er íslendskt, og barnið er føtt í Íslandi, skal navn barnsins samsvara við íslendsku navnalógina. Harriet hevur higartil bert itið "Genta Cardew" í passinum.
Harriet hevur dupultan ríkisborgararætt, og foreldrini ætla nú at fara til Onglands at fáa enskt pass til hennara.