- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggja størri trýst á Putin
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel , og forseti Fraklands, Francois Hollande, hava staðiliga heitt á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at fáa russisku loysingarherliðini í Eysturukraina at góðtaka eina vápnahvíld.
Fundur var í Berlin í gjár millum uttanríkisráðharrarnar í Russlandi, Ukraina, Týsklandi og Fraklandi.
Samráðingar um vápnahvíld
Har varð avtalað, at í seinasta lagi leygardagin skulu samráðingar vera byrjaðar um eina vápnahvíld millum ukrainsku stjórnina og loysingarherliðini har eysturi í landinum.
Tað er hesa avtalu Angela Merkel og Francois Hollande vilja hava Vladimir Putin at gera sítt til at fáa undirtøku fyri millum russiska fólkið í Eystur-ukraina, sum krevja loysing frá Ukraina. Bæði týski samveldiskanslarin og franski forsetin eru ótolin. Tey vilja hava frið í Ukraina sum skjótast, og vilja hava russiska forsetan at gera sína ávirkan galdandi.
Stóran týdning
Angela Merkel og Francois Hollande hava í telefonsamrøðum við Vladimir Putin gjørt honum greitt, hvussu stóran týdning tey halda, at avtalan millum uttanríkisráðharrarnar um vápnahvíld hevur - og at hon fæst at halda.
Russland hevur áður stuðlað royndum at fáa uppreistrarliðini í Eysturukraina at samráðast við stjórnina í Kiev, men uttan úrslit.
NATO hevur skuldsett Russland fyri at lata russisk vápn og stríðshugaðar russarar, sum taka undir við ukrainsku loysingarherliðunum, fara um ukrainska markið