Hert trygdareftirlit við flogførum til USA

Hert trygdareftirlit við flogførum til USA
Illgruni er um, at al Qaeda mennir ósjónligar bumbur, sum skulu smuglast í flogfør
 
03.07.2014 - 15:22

Trygdareftirlitið er hert við flogførum, sum flúgva til USA.

Orsøkin er illgruni - reistur í amerikanskum fjølmiðlum - um at yvirgangsfelagsskapurin al Qaeda í Sýria og Yemen arbeiðir við at menna bumbur, sum trygdareftirlitið ikki er ført fyri at síggja, og sum tískil eru lættari at smugla í flogfør.

Amerikanski ráðharrin fyri innlendistrygd hevur váttað, at myndugleikarnir eru á varðhaldi, og at orsøkin til herda trygdareftirlitið eru ítøkiligar hóttanir, men fleiri viðmerkingar vildi hann ikki gera.

Nógv flogfør flúgva úr Bretlandi til USA hvønn dag. Bert í dag t.d. fara 80 flogfør vestur um Atlantshavið, og ferðafólkini hava fingið at vita, at fráferðirnar kunnu verða seinkaðar, av tí at trygdareftirlitið er neyvari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081