- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tóra Petersen ph.d. í sálarfrøði
Mánadagin vardi Tóra Petersen ph.d.ritgerð sína um sálarlgar løstir hjá ungum við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast "Traumatisation in children and adolescents: A broad perspective".
Høvuðsendamálið við ritgerðini er at koma við nýggjari vitan um tær sálarfrøðiligu reaktiónir, sum kunnu koma, eftir at ung hava upplivað, ella verið úti fyri álvarsligum negativum hendingum, til dømis ferðsluvanlukku, álvarsligari sjúku, at avvarðandi brádliga doyr, harðskapi og happing.
85 prosent svaraðu
Ritgerðin er sett saman av seks vísindaligum greinum, harav fimm eru almannakunngørdar, og ein er send til metingar. Greinirnar taka útgangsstøði í dátum, sum eru savnað frá næmingum í áttanda flokki i Føroyum í 2010, men byggir eisini á dátur, sum vórðu savnaðar við sama spurnarblaði í Danmark, Ísland og Litava.
Tað serliga við føroysku dátunum er, at tað eydnaðist at fáa svar frá 85 prosentum av einum heilum árgangi, sum er einastandandi í altjóða høpi. Tað er eisini fyrstu ferð, at ein kanning av slíkum slaig er gjørd í Føroyum. Úrslitini vísa millum annað, at føroysk ung um 14-15 ára aldur ofta hava upplivað álvarsligar negativar hendingar.
Í ritgerðini vórðu haraftrat kannaðir møguligir vandatættir fyri sjálvmorðsroynd millum føroysk ung. Landssjúkrahúsið og Granskingargrunnurin fíggjaðu verkætlanina hjá Tóru Petersen.