- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Minni rækja - meiri toskur og kalvi
Stór afturgongd var í grønlendska rækjufiskiskapinum í fjør, men meiri varð landað av toski, kalva og makreli.
Tað vísir ein uppgerð frá grønlendsku hagstovuni.
Rækja er týdningarmesta útflutningsvøran í Grønlandi, men í fjør vórðu landað 5.000 tons færri, ella tilsamans 45.000 tons av rækjum. Hinvegin hækkaði virðið 16 milliónir, upp í 352 milliónir kr.
30 mió. kr. meiri fyri kalva
Landingarvirðið á kalva hækkaði 30 milliónir kr., upp í 373 milliónir kr. í fjør. Tilsamans vóru landað góð 25.000 tons av kalva, og tað eru 2.000 tons meiri enn árið fyri.
Framgongd var eisini í toskaveiðuni. 4.500 tons meiri vórðu landað í fjør enn í 2012. Landingarvirðið var 63 milliónir krónur, ella 13 milliónir fleiri enn árið fyri.
Royndarfiskiskapurin eftir makreli í fjør gav slakar 71 milliónir kr.
Minni fyri rognkelsi
Afturgongd var í fiskiskapinum eftir rognkelsi. Meiri var landað, men virðið minkaði 10 milliónir kr., niður í 44,5 milliónir kr., vísir uppgerðin frá grønlendsku hagstovuni.