- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avvísti 2/3 av klagunum í fjør
Umboðsmaðurin fekk 66 klagur í fjør. 16 fleiri enn í fjør.
Umboðsmaðurin vísti 44 av teimum 66 klagunum aftur - tað svarar til tveir triðingar í 2013.
Tað er nakað minni enn árið fyri, tá færri enn fimtahvør klaga varð tikin til viðgerð.
Grundgevingarnar fyri at vísa klagum aftur, eru ymiskar.
Uttan fyri heimildarøkið
Ein grundgeving er, at málið, ið borgarin kærir um, liggur uttanfyri fyri heimildarøkið hjá umboðsmanninum.
Eitt nú kannar umboðsmaðurin ikki privatar fyritøkur, privatar stovnar ella almenn partafeløg. Ei heldur fevnir virksemið hjá umboðsmanninum um dómstólarnar. Ì einstøkum førum hevur umboðsmaðurin avvíst at viðgera klagur um mál, sum eru løgd fyri rættin, ella sum lítil ivi er um, verða løgd fyi rættin.
Eisini avvísti Løgtingsins Umboðsmaður eina klagu um, at løgmaður skuldi havt sagt ósatt fyri løgtinginum við teirri grundgeving, at tílíkt má løgtingið ella landsstýrismálanevndin taka støðu til.
Navnleysar klagur
Ein onnur grundgeving fyri at avvísa ein klagu er, kærarin hevur borið fram ynskið um, at fjala samleikan fyri myndugleikanum, sum klagað verður um. Men hetta ber ikki til, tí í umboðsmanslógini er ásett, at klagarin skal navngeva seg.
Eisini er komið fyri, at ein klaga er vorðin avvíst, tí hon er innkomin av seint.
Fjórða grundgevingin, ið umboðsmaðurin hevur nýtt, er at klagarin ikki hevur troytt allar kærumøguleikar um avgerðir, ið ein møguligur hægri fyrisitingarmyndugleiki kann broyta.
Ikki grundarlag fyri víðari kanningum
Grundgevingin, ið umboðsmaðurin oftast hevur nýtt fyri at avvísa, snýr seg um mál, har kærarin ynskir, at umboðsmaðurin skal taka støðu til, um grundarlag er fyri víðari kanningum.
Ì hesum førum kunnu grundgevingarnar vera nógvar og ymiskar. Eitt nú kann umboðsmaðurin ikki avhoyra vitni.