- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almannaverkið oftast kært
Almannaverkið og kommunurnar eru ovast á listanum við kærum til Løgtingsins umboðsmann.
Í fjør fekk Løgtingsins umboðsmaður 66 kærur, 12 vóru um Almannaverkið og níggju um kommunurnar.
Oftast verður kært um vantandi innlit, 15 ferðir komu kærur um hetta í fjør.
Formansskapurin hjá løgtinginum fekk í gjár frágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2013.
Nógvar afturvístar
Nakað fleiri kærur komu í fjør enn árini frammanundan.
44 kærur, 67 prosent, sum komu í fjør, vórðu afturvístar.
Umboðsmaðurin kannar tó allar kærur, eisini tær nógvu, sum verða afturvístar.
Í nøkrum førum hevur myndugleikin, sum er kærdur, boðað frá, at kanningin hjá Umboðsmanninum hevur gjørt, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð.
Í øðrum málum vísir kanningin, at Løgtingsins umboðsmaðurin ikki heldur seg kunna hjálpa kæraranum.
62 avgerðir í fjør
Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 62 kærur í fjør, 51 kærur, sum komu í fjør, og 11 eldri kærur.
Tað tekur í miðal tveir mánaðir og 12 dagar at avgreiða eina kæru.
Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.