- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðslimir sleppa undan dagbótum
Býráðslimirnir í Havn skulu kortini ikki rinda dagbøtur, nú kommunan hevur leysgivið skjølini, sum stríðið við kærumyndugleikan snúði seg um.
Eftir at Kommunala Eftirlitið fyrr í mánaðinum fór undir at fyrireika at brúka heimildina at útskriva dagbøtur til býráðslimirnar í Havn, tí kommunan ikki vildi útflýggja nøkur skjøl, hevur kommunan latið innlit, og í næstu viku skal Mentamálaráðið, sum er kærumyndugleiki, so svara Kommunala Eftirlitinum, um hetta er nøktandi, ella um málið skal halda fram.
Málið snýr seg um, at Tórshavnar kommuna noktaði kærumyndugleikanum, altso í hesum føri Mentamálaráðnum, at fáa innlit í eitt mál, sum ráðið skuldi taka støðu til. Talan er um eitt uppsagnarmál, og skjølini eru brúkt sum grundarlag í einum hoyringarskrivi um uppsøgn.
Persónurin, ið er komin í klemmu í ósemjuni, er eitt starvsfólk á einum dagsstovni, og viðkomandi fekk 20. mars hoyringarskriv um uppsøgn frá kommununi.
Starvsfólkið, sum er álitisfólk og trygdarumboð á dagsstovninum, tekur ikki undir við tí, sum stendur í hoyringarskrivinum, og hevur síðani kært til Mentamálaráðið, ið er kærumyndugleiki fyri dagsstovnaøkið.
Mentamálaráðið bað so um at fáa útflýggjað øll viðkomandi skjøl, men Tórshavnar Kommuna noktaði við tí grundgeving, at Mentamálaráðið slett ikki er rætti kærumyndugleiki. Tí kom Kommunala Eftirlitið upp í leikin.
Tí liggur bólturin nú aftur hjá Mentamálaráðnum, sum fer at svara Kommunala Eftirlitinum í næstu viku.