- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Sverri Kass í Vangamyndini
Í 1963, fyrsta árið, flogvøllurin í Vágum varð brúktur til flúgving við ferðafólki, vóru tey færri enn túsund í tali.
Nú, hálvthundrað ár aftaná, er talið farið upp um 200.000, og umstøðurnar at avgreiða fleiri ferðafólk eru vorðnar upp aftur betri við teirri útbygging, sum nú er tikin í nýtslu - bæði flogvøllur og farstøð.
365 mió. kr.
365 milliónir krónur eru brúktar til størstu einstøku útbygging, síðani bretar undir krígnum bygdu flogvøllin í Vágum. Hann fer væntandi í nógv ár at røkja sambandið við útheimin og um ræður at fáa so nógv burtur úr íløguni, sum til ber, til gagns fyri tey, sum ferðast um Vága floghavn og fyri alt samfelagið.
Jákup Sverri Kass er stjóri í Vága floghavn, og frá størvum hjá bæði Atlantic Airways og Smyril Line hevur hann tann fyrimun eisini at kenna ferðavinnuna, ið hevur sett sær fyri at økja um talið á ferðafólki og tað, vinnan kastar av sær.
Bogi Godtfred er vertur í Vangamyndini í Degi og Viku.