- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilgongdin broyttist tá løgmaður kom upp í málið
Mánamorgunin 24. juni varð Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, ringdur upp, og varð biðin um at koma inn a skrivstovuna hja løgmanni.
Tá Rúni Joensen kom inn til løgmann, segdi løgmaður honum, at hann hevði havt ein telefonfund vid Rune Roin úr CIP hendan morgunin. Hann hevði greitt honum frá, at løgmaður vildi hava lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin aftur fyri løgtingið.
Frálíkt arbeiði
Løgmaður segði vid Rúna Joensen, at Innlendismálaráðið hevði gjørt eitt fantastiskt arbeiði, og avtalan vid CIP var ein fantastisk avtala. Men løgmaður vildi ikki skaða hesa stóru successina hjá landsstýrinum við at sáa iva um heimildina fyri avtaluni. Og tí vildi hann hava lógaruppskotið um tunnilin aftur fyri tingið.
Tað greiddi fyrrverandi aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, frá í kanningarmálinum um Skálafjarðartunnilin.
Eftir hetta broyttist øll tilgongdin at gera sáttmálan um Skálafjarðartunnilin. Krøvini frá CIP blivu harðari, og tónin broyttist í samráðingunum. Í veruleikanum misti landsstýrismaðurin í innlendismálum ræðið á málinum hendan dagin, tí løgmaður tók yvir.
CIP-menn til Føroya
Dagin eftir komu menninir frá CIP til Føroya. Mikumorgunin 26. juni skuldu aftur vera samráðingar millum Innlendismálaráðið og CIP. Ætlanin var at byrja klokkan 9. Men Rune Róin úr CIP fór á fund við løgmann. Og tí byrjaðu ongar samraðingar.
Eina ferð fór aðalstjórin úr Innlendismálaráðnum á løgmansskrivstovuna at vita, um Rune Róin enn sat hjá løgmanni. Taskan hja Rune Róin stóð uttan fyri skrivstovuna hjá løgmanni, og so fór Rúni Joensen, aftur í Innlendismálaráðið. Drúgv tíð gekk, áðrenn Rune Róin kom aftur, og Rúni Joensen fór at visa donsku gesturnum runt úti í Tinganesi.
Um 14-15 tiðina kom Rune Róin aftur.
Ikki glaður
"Hann var ikki glaður, fyri at siga tad milt," segði Runi Joensen i Føroya rætti i gjár.
Samráðingar byrjaðu so um bædi at gera eina avtalu um Skálafjarðartunnilin, og um at gera eitt lógaruppskot, sum skuldi leggjast fyri tingið.
Nú hevði CIP nógv nýggj krøv. Arbeitt bleiv til á midnátt. Dagin eftir - 27. juni - skuldu samráðingarnar byrja aftur klokkan 9. Men sama søgan endurtók seg. Rune Róin fór fyrst á fund vid løgmann. Um 10-11 tíðina vórðu Rúni Joensen, Kári P. Højgaard og tveir løgfrødingar, umboðandi Innlendismálaráðið og CIP, kallaðir á fund.
Rune Róin segði, at um sáttmálin ikki varð undirskrivaður, skuldi CIP hava eitt endurgjald. Tað var løgmaður, sum hevdi orðið vegna landsstýrið.
"Vit hoyrdu Rune Róin og løgmann tosa saman," segði Rúni Joensen í Føroya rætti.
Løgmaður vildi ikki skriva undir
Tá avtalan um endurgjald varð gjørd, vildi Rune Roin hava løgmann at skriva undir avtaluna. Men tað vildi løgmaður ikki. Hann vildi hava Kára P. Højgaard at skriva undir, ti tað var Kári P. Højgaard, sum umsat málsøkið.
Seinni á degnum varð avtalan um endurgjald reinskrivað, og Kári P. Højgaard skrivaði undir.
Runi Joensen segði soleiðis í Føroya rætti: "Tú kanst siga, at Kári P. Højgaard formliga gjørdi avtaluna, tí tað var hann, sum skrivaði undir. Men de facto var tað løgmaður, sum gjørdi avtaluna".