- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í dag koma kinesisku eftirlitsfólkini
Seinnapartin í dag koma eftirlitsfólkini hjá kinesisku matvørumyndugleikunum til Føroya. Fýra eftirlitsfólk og eitt fólk frá donsku sendistovuni í Beijing eru í ferðalagnum.
Í morgin fara eftirlitsfólkini á eitt laksavirki og um borð á eitt verksmiðjuskip, upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum er vertur hjá kinesisku sendinevndini.
Hósdagin verður vitjað á kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Fundur í dag
Fólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hava fund við kinesararnar í dag og hósdagin, tá sendinevndin fer av landinum aftur.
Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Í fjør varð útflutt fyri eina hálva milliard krónur.
Kinesisku myndugleikarnir hava serligan áhuga fyri laksi og uppsjóvarfiski, nú teir senda fólk til Føroya.