- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boring í Barentshavinum gav einki
Fyrsta boringin hjá Statoil í Barentshavinum gav einki, og tað fegnast Greenpeace um, skrivar grønlendska Kringvarpið.
Statoil hevur júst borað Apollo brunnin í Barentshavinum, men olja var eingin at finna. Norsku myndugleikarnir hava longu givið Statoil loyvi at halda fram við at leita eftir olju í Barentshavinum.
Greenpeace hevur mótmælt oljuleitingini í Barentshavinum, tí leitað verður ov tætt Bjarnoynni, og at náttúruríkidømið á oynni er hótt.
Fegnast um tóman brunn
- Vit fegnast um at brunnurin vísti seg at vera tómur, tí so fær friðaða økið við Bjarnoynna eitt longri skotbrá, sigur ætlanarleiðarin hjá Greenpeace, Sune Scheller, í tíðindaskrivi.
Greenpeace hevur kært avgerðina hjá norsku myndugleikunum at lata Statoil bora eftir olju, og ta kæruna fara myndugleikarnir at viðgera, áðrenn Staoil sleppur at seta á at bora næsta holið í Barentshavinum, skrivar KNR.