Vinnan mælir til óbroytt dagatal

Vinnan mælir til óbroytt dagatal
Fiskidaganevndin heldur, at broytingarnar, sum eru gjørdar, hava við havt sær, at veiðitrýstið er minkað munandi
 
23.06.2014 - 13:38

Fiskidaganevndin mælir til, at fiskidagatalið í nýggja fiskiárinum verður óbroytt.

Nevndin vísir á, at síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996, eru fiskidagarnir lækkaðir 55 prosent, úr 49.585 fiskidøgum í 1996/1997 niður í 22.153 fiskidagar fiskiárið 2013/2014.

Í 2000 vóru útskrivað loyvi til 150 skip, men í ár vórðu útskrivað loyvi til 86 skip

Harumframt er nógv friðingartiltøk sett í verk. Í 1990 vórðu umleið 10 prosent av landgrunninum friðað fyri fiskiskap partar av árinum ella alt árið, men nú fevna hesar friðingar um 50 prosent av landgrunninum 

Limirnir í Fiskidaganevndini umboða vinnuna, Meginfelag Útróðrarmanna og Fiskimannafelagið.

Sí tilmæli her: Tilmæli frá Fiskidaganevndini

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035