Tunlarnir: Gjaldið takast av, tá lánið er goldið

Tunlarnir: Gjaldið takast av, tá lánið er goldið
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ætlar at broyta lógina um undirsjóvartunlarnar
 
17.06.2014 - 19:44

 Hvat stendur í lógini? Hvat er fatanin av lógini? Og hvør tulking er røtt? 

Seinastu tíðina hevur orðadráttur tikið seg upp um, nær bummgjøldini í undirsjóvartunnlunum falla burtur - er tað, tá lánini eru afturgoldin, ella er tað, tá bæði lán og innskot úr landskassanum tilsamans eru afturgoldin?

Landsstýrismaðurin í tunnilsmálum, Jørgen Niclasen, sigur nú, at bummgjaldið skal burtur, tá lánini eru afturrindað, tí almenna fatanin alla tíðina hevur verið, at innskotið úr landskassanum skal ikki rindast aftur.

Jørgen svarar fyrispurningi

Í svari til fyrispurning frá Eivini Jacobsen, tingmanni, sigur landsstýrismaðurin, at  "Almenna fatanin hevur (...) verið, at nýtslugjøldini einans skuldu fíggjað lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum var afturgoldið"

Jørgen Niclasen sigur í svarinum, at soleiðis sum lógin og viðmerkingarnar eru orðaðar, kann tvídráttur verða um tulkingina, nær tunnilin er útgoldin og kann avhendast landinum. Hann sigur, at hann  "ætlar sær í Løgtingið við nágreining av lógini, fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera, eftir at lántøkan er afturgoldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum, soleiðis sum alla tíðina hevur verið almenna fatanin."

Stjórin í tunnilsfeløgunnum, Uni Danielsen, hevur sagt alment, at Vágatunnilin og Norðoyartunnilin skjótt er afturgoldnir, men hann hevur lagt áherðslu á, at hetta IKKI merkir, at tað verður ókeypis at koyra í tunlunum. Ein av orsøkunum er, at ábøtur og røkt av tunlunum kosta millum 12 og 16 milliónir krónur árliga, og tí er neyðugt við einum bummgjaldi.

Innskotini frá landinum 400 mió. kr.

Og so eru tað innskotini hjá landinum, sum koma afturat. Talan er um góðar 400 milliónur krónur. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, sigur, at landið hevur gjørt eina politiskt, moralska avtalu við brúkararnar av tunlunum, at tá lánini til tunlarnar eru útgoldin, skal tað verða ókeypis at koyra.

Men av tí at lógin sigur, at lántøka og innskot skulu gjaldast aftur fyrst, so ætlar hann sær í løgtingið at broyta lógina.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur áður svarað frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, at innskotini eisini skulu gjaldast aftur, áðrenn bummgjøldini hvørva. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035