Ríkisfundur í Tinganesi mikudagin

Ríkisfundur í Tinganesi mikudagin
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, og Aleqa Hammond, forkvinna í grønlendska landsstýrinum, koma til Føroya í dag
 
16.06.2014 - 08:32

Mikudagin verður ríkisfundur í Føroyum millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri fundin. Helle Thorning-Schmidt, danskur forsætisráðharri, og Aleqa Hammond, forkvinna í grønlendska landsstýrinum, koma til Føroya við fylgi í kvøld. 

Í morgin fer ferðalagið útferð til Mykines og  Tindhólm. Og um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða.

Sjálvur ríkisfundurin verður mikudagin í Tinganesi. Stjórnarleiðararnir fara millum annað at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, fiskivinnumál og Arktis. 

Danska og grønlendska ferðalagið fara avstað aftur seinnapartin mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035