Sambandsflokkurin farin á kreppufund

Sambandsflokkurin farin á kreppufund
Tað prutlar undir lokinum í Sambandsflokkinum, og alsamt fleiri vilja nú hava eykalandsfund

12.06.2014 - 13:51

Tað prutlar av álvara undir lokinum í Sambandsflokkinum, og alsamt fleiri vilja nú hava eykalandsfund fyri at fáa greiðu á, hvussu sterkur ella veikur Kaj Leo Holm Johannesen stendur sum formaður floksins.

Misnøgdin er stór við hansara handfaring av tollmálinum, og at hann ikki hevur virt støðuna hjá tingbólkinum í flokkinum um landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Fyri einum hálvum tíma síðani fór flokkurin á  kreppufund, har ónøgdin við formannin og hansara kós er á dagsskrá. Fundurin er á Gamla Apoteki, har landsstýris- og tingmanningin eru við - og sjálvandi løgmaður og formaður floksins eisini.

Alsamt fleiri í flokkinum siga nú - tó at tey ikki vilja standa opið fram enn - at flokkurin má loysa trupulleikan við formanninum, áðrenn val verður útskrivað. Og tað verður eisini nevnt, at Bárður Nielsen hevur vaksandi undirtøku fyri at taka formanssessin frá Kaj Leo Holm Johannesen.

Álvarslig støða

Lokalfeløgini eru misnøgd um, at sitandi formaður ikki hevur virt støðuna hjá tingbólkinum í tollmálinum og trupulleikanum við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og hetta er sera álvarslig støða, segði Eivin Jacobsen, tingmaður við útvarpið í gjárkvøldið.

Eisini Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Bárður Nielsen hava víst sína misnøgd um avgerðina hjá løgmanni um at lata Jørgen Niclasen verða sitandi sum landsstýrismann.

Jóna Mortensen, tingkvinna í Sambandsflokkinum, hevur ongar viðmerkingar til málið. Ikki annað enn at hon hevur álit á, at Kaj Leo Holm Johannesen ger tað besta fyri Sambandsflokkin, samgonguna og Føroya Land.

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið hini tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, Rósu Samuelsen, Edvu Jacobsen og Alfred Olsen, sum eisini er formaður í tingbólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035